Regin Smiður

歌词
Viljið tær nú lýða á meðan eg man kvøða
Um teir ríku kongarnar sum eg vil nú um røða
Grani bar gullið av heiði
Brá hann sinum brandi av reiði
Sjúrður vá á orminum
Grani bar gullið av heiði
Hundings synir í randargný teir skaðan gørdu har
Eitur var í svørinum teir bóru móti mær
Fávnir eitur ormurin á
Glitrarheiði liggur
Regin er ein góður smiður fáum er hann dyggur
Hann var sær á leikvøllum imillum manna herjar
Rívur upp eikikelvi stór hann lemjir summar til heljar
Eystantil undri heyginum ið dreingir eyka tal
Dimmur er hesin dapri dagur niður í mold at fara
Har komm maður á vøllin fram eingin ið hann kendi
Síðan hatt á høvdi bar og finskan boga í hendi
Har komm maður á vøllin fram hann vá við eggjateini
Eyga hevði hann eitt í heysi knept var brók at beini
Ormurin er skriðin av gullinum tað man frættast víða
Sjúrður setist á
Granar bak hann býr seg til at ríða
Grani bar gullið av heiði
Brá hann sinum brandi av reiði
Sjúrður vá á orminum
Grani bar gullið av heiði
专辑信息
1.Ramund Hin Unge
2.The Wild Rover
3.The Edge
4.Rainbow Warrior
5.Ólavur Riddararos
6.Dreams
7.Regin Smiður
8.Stýrisvølurin
9.Alive
10.Eric the Red