Harra Petur og Elinborg

歌词
Harra Pætur og Elinborg
børn vóru tey so ung
løgdu sínum ástum saman,
mong eru forløg tung.
-- Nú lystir meg í dansin at gá,
meðan rósur og liljur tær grógva væl
Bíða vil egi sjey vetur
móti frænda vilja,
giftast ikki livandi manni,
um enn meg kongur gilar
-- Nú lystir meg í dansin at gá,
meðan rósur og liljur tær grógva væl
Tekkur hon allar myggjarnar,
setir saman í ring,
tekur upp ein silvursaks
og klippar hár umkring
Tekur hon allar myggjanar
sker teim iddarakæði,
ganga tær til strandar oman,
sum Elin fyri var
Enntá var tad Elinborg,
dregur upp á seg glógva,
so gár hon til stýri at stá,
og ternurnar at rógva
-- Nú lystir meg í dansin at gá,
meðan rósur og liljur tær grógva væl
Úti í miðjum grasgarði,
akslar hon sítt skinn,
og so búgvin gongur hon
í høgar hallir inn
Væl siti tær harra Pætur
og tann danska frú
plaga so allir høviskir menn
at halda sína trú?
Liv nú væl, frú Ingibjørg,
við títt elvagangi!
eg havi nú fingið mín festarmann,
eg lænti tær so leingi
-- Nú lystir meg í dansin at gá,
meðan rósur og liljur tær grógva væl
专辑信息
1.Ólavur Riddararós
2.Harra Petur og Elinborg
3.Bialowieska
4.Kom alle væsener
5.Vallevan
6.Marsk
7.Krummi